top of page
Farsolan-bilar-02.jpg

Farsølan innflytir eisini brúktar bilar úr útlondum. Vit leggja okkum serlig eftir at innflyta bilar úr Týsklandi, men kunnu eisini innflyta bilar úr øðrum londum. Í Týsklandi hava vit samstarv við lokalar veitarar og hava eisini ein lokalan umboðsmann, ið fer út at kanna hvønn einstakan bil, áðrenn hann verður keyptur. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at góðskan á bilunum er so høg, sum møguligt. Av tí sama kunnu vit tryggja kundum okkara at teir fáa ein bil, ið lýkur tey krøv, sum verða sett, tá ein velur at gera eina lutfalsliga stóra íløgu, sum ein bilur er.

Hevur tú eitt serstakt ynski, um ein bil, tú kundi hugsað tær, so ert tú vælkomin at senda ein teldupost til info@farsolan.fo við upplýsingum um, hvat merki og modell bilurin skal vera, hvønn árgang hann skal vera, hvussu nógvar kilometrar hann í mesta lagi skal hava koyrt, umframt hvørja útgerð, tú ynskir at hann skal hava. Jú neyvari upplýsingar vit fáa, jú meiri sannlíkt er tað, at vit finna júst tann rætta bilin til tín.

Sí eisini valmyndina "Bilar á fjargoymslu". Har ber til at síggja dømi um bilar, ið kunnu verða áhugaverdir at innflyta.

bottom of page